Trý høvuðsevni eru á skránni fyri afturvendandi kjakfundin, sum verður hildin á Torradøgunum í Klaksvík. Í Miðhøllini á Skúlatrøð í kvøld klokkan 19.30.
Tey trý evnini, sum verða tikin upp í kvøld í beintleiðis sjónvarpssending, sum tí kan vera við í og seta tín spunging, fevna frá russiska sambandinum, til fiskiskapin á Føroyabanka og víðari til tilfeingis- og tøkugjøldini frá fiski- og alivinnuni, sum samgongan ætlar at endurskoða.
Seinni í Torravikuni, 24. februar er eitt ár liðið, síðani russisku innrásina í Ukraina. Føroyar hava framvegis fiskiveiðiavtalu við Russland, umframt avmarkað handilssamstarv. Samgongan hevur sett sær fyri at greina spurningin um framtíðar samstarvið, fyri síðani at taka støðu til tað. Spurningurin verður umrøddur á kjakfundinum í kvøld.
Føroya Banki letur upp fyri fiskiskapi. Sambært fyribilstølunum var veiða av Føroyabanka avreidd fyri umleið 60 mió krónur í fjør. Landsstýrismaðurin ætlar nú at eftirmetta skipanina á Føroyabanka, áðrenn fiskiskapurin fyri 2023 verður ásettur.
Samgongan ætlar at endurskoða tilfeingisgjøldini, sum uppsjóvarvinnan og Barentshavsflotin rindar til landskassin. Eisini skal tøkugjaldið, sum alivinnan rindar fyri brúksrættin til føroysku firðirnar, endurskoðast. Hvussu skal hetta gerast?
Kjakfundurin á Torradøgunum verður í ovaru Miðhøllini í skúlanum á Skúlatrøð – í kvøld týskvøldið 21. februar klokkan 19.30.
Kringvarpið skipar fyri fundinum, sum eisini verður sendur beinleiðis í Sjónvarpi Føroya, har Jón Broan Hvidtfeldt er vertur.
Tú ert vælkomin at vera við á fundinum!
Miðhøllin á Skúlatrø – í erva
Týsdagin kl. 19.30
Sí Torraskránna HER











