Í kvøld klokkan 19 verður árliga fiskivinnutingið á Torradøgum í Klaksvík, hesaferð í nýggja Varpinum.
Trý høvuðsevni eru á fiskivinnutinginum hesaferð:
Janet Fríða Johannesen, matvørufrøðingur, Hanus Hansen, reiðari og Johannes Martin Olsen, nevndarformaður í Sjógæti, fara at kjakast um virðisøking í fiskivinnuni.
Osmund Justinussen, reiðari, og Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur, fara at kjakast um, hvussu vit á bestan hátt røkja botnfiskastovnarnar, serliga toskastovnin.
Triðja evnið er verandi støða hjá botnfiskaflotanum eftir nýggjastu skerjingarnar í fiskidøgum og veiðimøguleikum.
Við pallborðið til hendan partin eru Bjarni í Skálum, formaður í Felagnum Trolbátar, Andru Poulsen, sum rekur útróðrarbátin Stakkavík, Hanus Hansen, sum eigur og rekur fleiri trolarar í bólki-2 og Eydna í Homrum, leiðari á Tilfeingisdeildini á Havstovuni.
Kvøldið endar við politiskum kjaki, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum og forfólkini í hinum flokkunum eru við.
Fiskivinnutingið á Torradøgum verður hildið í nýggja Varpinum í Klaksvík og byrjar klokkan 19. Tiltakið er alment og verður eisini sent beinleiðis í útvarpinum – og stroymt á Norðlýsinum.
Elin Winther Poulsen og Jón Brian Hvidtfeldt eru vertir.
Varpið – Fiskivinnuting á Torradøgum – Mikukvøldið 21. februar kl. 19.00



















