Í hesum døgum verður skipað fyri NORDIC ISLANDS ADVENTURE RACE FAROE ISLANDS, sum eru 11. – 20. august 2023.
Talan er um fólk frá Estlandi, Danmark, Onglandi, Svøríki, Belgia, Frankaríki, Kanada, USA og aðrastaðni við. Tveir føroyingar eru eisini við í ferðini. Hesi fólkini gera at kalla ikki annað og eru rættiliga von við slíkan harðan ítrótt.
Ein svartur stórur rasari við tveimum motorum á 300 HK kom inn eftir vágni. Tað vísti seg at vera ein fylgibátur, ið siglir saman við kanoum, sum rógva millum oyggjarnar.
Tey riggaðu seg til í kappróðrarneystinum og skuldui rógva til Kunoyar, síðani ganga upp um skarið og oman á Skarð. Tey pakka kanoina saman og hava hana saman við øðrum á rygginum uppum skarið – framvið Kúvingafjalli.
Tá ið tey eru komin til bygdina Skarð, ganga tey heim til Búðadalsá og seta seg so aftur í kanoina og rógva næstan heim til smáltstøðina á Strond og ganga hagani niðan á Lokkan og oman aftur til Norðdepils.
Soleiðis eru rutur um at kalla allar Føroyar við súkklu, til gongu, renna og við kano í 10 dagar, og í ferðalagnum eru heili 100 fólk.
Onkur gongur so til Viðareiðis og aftur henda vegin um Áarskarð. Tey skjótastu kunnu klára allan henda langa túrin um meginøki í Føroyum uppá fýra dagar, men tó eru 10 dagar settir av. Kortini verður roknað við, at øll eru komin ígjøgnum uppá eina viku.
Hesi fólkini eru von við at ganga í fjøllum nógvar ymiskar staðir í Europa, har tey so eisini súkkla og rógva í Kano. Øll eru skipaði í bólkar á fýra hvør.
Talan er vissiliga um ein drúgvan og harðan túr, og sum skilst, er lítil svøvnur – summi teirra sova í fjøllunum í einum lítlum telti, tey hava á rygginum.
Her er heimasíðan hjá Niar
Her sært tú rutunar



































