Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fjarðastevnuróður í Vestmanna í morgin

Jákup Ósá

Eftir eitt vikuskiftið uttan FM-kappróður, so verður farið í gongd aftur í morgin.

Fjarðastevna verður í Vestmanna í morgin. Norðoyingar vænta helst, at Fípan Fagra við gentum og Páll Fangi við monnum fara at halda fram við at vinna eins og hinar róðrarnar fyrr í ár.

Síðani er tað spennandi Norðoyauppgerðin hjá 10-mannaførum, har støðan nú er 3-1 til Klaksvíking móti Norðingi. Norðingur skifti bát stutt undan síðstu stevnu og eftir tað minkaði munurin nakað, men Klaksvíkingur vann við góðari hálvari bátslongd. Nú tvær vikur eru millum róðrarnar, so økist møguleikin kanska fyri, at úrslit kunnu broytast.

Harleyfacadeacryl