Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fjarundirvísing í tvær vikur

Tíðindaskriv

Í viku 12 og 13 verður øll undirvísing á Miðnámi á Kambsdali og Klaksvíkar HF-skeiði skipað sum fjarundirvísing eftir vanligu tímatalvuni.

Fríggjadagin 13. mars møta næmingar og lærarar eftir eini avmarkaðari tímatalvu, so neyðug kunning og fyrireiking kann gerast.

Leiðslan, skrivstovan, lestrarvegleiðingin og KT-vegleiðingin verða tøk hesar báðar vikurnar frá 8 til 15.

 

Skúlagongdin 13. mars er skipað soleiðis:

08:10 – 08:30     Lærarakunning

08:30 – 09:30     FHS og búskaparbreytin fáa kunning. 1. flokkur og FHS møtir í Auluni; 2. flokkur í Kantinan og 3. flokkur í 1.01 og 1.02

10:00 – 11:00     Náttúrubreytin fær kunning.1. flokkur møtir í Auluni; 2. flokkur í Kantinan og 3. flokkur í 1.01 og 1.02

11:30 – 12:30     Hug- og fyrireikingarbreytin fáa kunning.1. flokkur møtir í Auluni; 2. flokkur í Kantinan og 3. flokkur og fyrireikingarbreytini í 1.01 og 1.02.

Umráðandi er, at øll hava telduna við til hesa kunningina.