Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fjepparatúrur til Gøteborg

Jóhann Lützen

Í samband við Champions League dystin í Gøteborg, millum BK Häcken og KÍ mikudagin 2. august, skipar Norðlýsið saman við fjepparum fyri busstúri frá Keypmannahavn til Gøteborg

 

Bussur fer frá høvuðs jarnbreytarstøðini í Keypmannahavn, umvegis Kastrup flogvøllin, til Gøteborg.

Túrurin er mettur at taka góðar 3 tímar, men á vegnum verður steðgað tvær ferðir á uml. 10 min. Í bussinum verður møguleiki at keypa drekkivørur fyri sámiligar prísir.

Koyriætlanin sær soleiðis út:

 

Mikudagur. 2. august 2023

 

  • kl. 11:30 Fráferð KBH Hovedbanen
  • kl. 12:30 Fráferð Kastrup Lufthavn
  • kl. 16:00 Koma til Gøtborg stadion
  • kl. 19:00 Kick off – BK Häcken – KÍ 

 

Eftir dystin er møguleiki at fara í býin í Gøteborg til umleið á midnátt, tá koyrt verður aftur móti Keypmannahavn.

Kostnaðurin fyri túrin, íroknað atgongumerki til dystin er kr. 735,-

Ferðin verður sett til sølu á www.atgongumerki.fo seinnapartin.

 

Um tørvur er á flogferð, kann hetta bókast umvegis www.atlantic.fo ella ferðaskrivstovu.