Í morgin, mikudagin 25. apríl skipar MFS fyri flaggdagshaldi í Keypmannahavn. Vit hátíðarhalda dagin á Regensen, har Merkið var borið fram á fyrsta sinni í 1919.
Anna Poulsen, sum hevur arbeitt fyri Kringvarp Føroya og nú lesur Búskaparfrøði í Keypmannahavn, fer at halda flaggdagsrøðu, og vit fara eisini at syngja nakrar flaggdagssangir. Eftir hetta verður møguligt at fáa rundvísing inni í Regensen.
Skrá:
· MFS bjóðar vælkomin
· Mítt Føðiland
· Anna Poulsen heldur flaggdagsrøðu
· Sjá tú blánar
· Tú alfagra land mítt
Skrá:
– MFS bjóðar vælkomin
– “Mítt Føðiland”
– Anna Poulsen heldur flaggdagsrøðu
– “Sjá tú blánar”
– “Tú alfagra land mítt”
– Rundsýning á Regensen. Skrá:
– MFS bjóðar vælkomin
– “Mítt Føðiland”
– Anna Poulsen heldur flaggdagsrøðu
– “Sjá tú blánar”
– “Tú alfagra land mítt”
– Rundsýning á Regensen.
MFS bjóðar ókeypis kaku, kaffi, te og øl, og eisini verður okkurt til børnini.
Tiltakið byrjar kl 16.30, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tá vit eru liðug á Regensen, kann ein leita sær í Føroyahúsið á Vesterbrogade 17, har til ber at keypa sær okkurt at eta og síðan verður Flaggdagsquiz við Rasmus Biskupstø.
Flaggdagsquiz í Føroyahúsinum byrjar kl 19.30.
Tiltakið byrjar kl 16.30, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Við lestrarkvøðu
Meginfelag Føroyskra Studenta




