Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flaggdagshald í Vágstúni

Dávur Winther

Í dag, leygardagin 25.apríl – flaggdagin, skipa skótarnir fyri flaggdagshaldi í Vágstúni.

Skrúðgonga við Klaksvíkar Hornorkestri og skótum fer frá parkeringsplássinum niðanfyri gulu læknahúsini leygardagin kl. 14 heim í Vágstún, har Gunnhild Dahl Niclasen flytir fram røðu.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir nøkur løg og flaggsangurin verður sungin.

Aftaná haldið bjóða Grønu skótarnir øllum í KFUM & K til ein drekkamunn. Eisini verður skipað fyri tombola, har hvør “nitte-seðil” eisini hevur møguleika at vinna.

Skótalið Nólsoyar Pálls og

KFUM & KFUK-skótarnir

Harleyfacadeacryl