Í fagrasta veðri varð hildið flaggrøða við skótum og Klaksvíkar Hornorkestri – hesaferð á Biskupsstøðtorgi, har íbúgvarnir stóðu á altanini, svalanum ella hátúninum og lýddu á.
Flaggskrýtt var og eisini vóru fleiri smærri fløgg at síggja saman við kaffimunninum á altanunum. Tinu Purkhús, fólkaskúlalærari helt røðu.
Hetta var ein annarleiðis løta, har lagt varð upp til frástøðu, heldur enn nærhald, men sum virkaði væl. Løtan varð stroymd og hóast lurtarnir allir, so fáir, sum teir vóru, vildu sleppa at klemma Tinu Purkhús eftir røðuna, so bar tað ikki til – ið hon eisini fekk at vita frá teimum.
Ein frálík røða, sum m.a. greiddi frá hennara leið til Føroyar – Tina er barnvaksin í Danmark.
Tina nýtti hugtakið ”VIT” um at savnast sum tjóð, fólk, felagskapir, ítróttarbólkar, bindiklubbar og so mangt annað. Tina takkaði fyri at vera ”endað í Klaksvík”, tí, sum mamma hennara einaferð hevði sagt, ”Har man engang lært Klaksvík at kende, har man opdaget værdens navle”!
Ein frálík røða og løta, tó at hon var annarleiðis – savnaði í frástøðu!









































































