Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Flaggdagshald

Tekst og myndir: Dávur Winther

Skrúðgongan fer í dag, hósdagin 25. apríl kl. 14 frá parkeriksplássinum niðanfyri Gulu læknahúsini yvirav Blikksmiðjuni heim í Vágstún.

Bjóðið verður vælkomin og greitt verður frá skránni. Klaksvíkar Hornorkestur spælir tvey løg, áðrenn Ragnhild Ellingsgaard heldur flaggdagsrøðuna.

Eftir røðuna verður flaggsangurin, “Sjá tú blánar sum loftið”, sungin.

Klaksvíkar Hornorkestur spælir eitt lag og síðan ein marsj, meðan skótarnir marsjera út.

Øll eru boðin til ein drekkamunn í KFUM og K eftir haldið, har Grønu skótarnir hava tombola.

Um ikki viðrar verður tiltakið í niðaru miðhøllini á Skúlatrøð.