Ikki kann sigast, at vit, sum hava vitjað í Vágstúni árliga, til flaggdagshaldið 25. apríl mugu sanna, at í ár høvdu nógv fleiri fólk leitað sær til løtuna enn vit hava sæð í nógv tey seinastu árini. Tað sást eisini aftur í KFUK&K har tey heilt einfalt vóru tikin á bóli av stóru luttøkuni. Eg hevði smá børn við mær og bjóðaði ikki til at troðka mær inntil tiltakið. Hvør orsøkin var til stóru luttøkuna varð dugliga gitt um. Niðanfyri røðan hjá Paulinu Eliassen:
Góðu áhoyrarar og góðu skótar.
Á mínum nógvu ferðum runt Føroya land, har ið eg havi skrásett øll og alt, ið er av klæði í kirkjum, bønhúsum og skúlum í Føroyum, kom eg til eina kirkju, sum hevði nakað serstakt. Í bókini um kirkjuklæði er eitt øki, sum eitur ymiskt annað. Undir hesum er hetta skrásett.
Giti nú! Ja, sjálvandi er tað ikki ringt at gita, tí í dag er 25. apríl, og vit eru til flaggdagshald her í Klaksvík. Hvat er tað so? Jú sjálvandi er tað flaggið, sum hongur uppi á vegginum í Fámjins kirkju, sum Jens Olivur Lisberg læt veittra á fyrsta sinni í Fámjin á sumri 1919.
Tá man er deknur, so lesur man væl uppá, og ofta hugsi eg, at um ein søga er knýtt upp í lesturin, minnast vit betri til tað, ið vit hoyrdu.
Her í dag fari eg at fortelja ein fitta søgu, sum er sannheit.
Ævintýrini byrja við einaferð var tað.

Hetta var í 1966, tá var ikki flaggdagshald so nógvastaðni, sum í dag, og tað var ikki flaggdagshald í Kollafirði. Har, ið eg eri komi frá.
Men hetta var jú ein serligur dagur, 25. apríl, og flaggdagur Føroya, og hugflog, tað høvdu hesar genturnar nógv av, sum hendan søgan er um.
Barnaspælið var øðrvísi tá. Ofta varð tað, sum tey vaksnu gjørdu, eisini spælt á sama hátt millum børnini, og eitt er heilt sikkurt, at tað var nógv rørsla við í spælinum, tað ber hesin dagurin boð um, tað vóru ongar teldur, fartelefonir ella I-paddar til tá.
4 gentur, sum vóru 6,7,8 og 9 ár, fóru út at ganga skrúðgongu í Kollafirði, og veðrið var av tí allarbesta.
Tað var ongin handil í Kollafirði, sum man kundi keypa fløgg í, so tað mátti man sjálvur gera.
Dagin fyri sótu tær saman við mammuni, og málaðu upp á toy til at seyma til fløgg, og mamman, sum altíð var klár at hjálpa, hjálpti so at seyma fløggini upp á kustaskøft.
Kollafjørður er ein long bygd, og tær búðu einar tveir kilometrar inni í bygdini. Hetta var jú spennandi, men tá tær høvdu gingið við fløggunum eini 400 metrar, segði tann yngsta, sum var 6 ár, “nú fari eg aftur til mammu”, og fór til hús aftur. So var hennara skrúðgonga liðug.
Hinar hildu fram og hugnaðu sær óført, prátaðu við onkran, sum tær møttu og vinkaðu til onkran bilin.
Tá var ikki nógv ferðsla. Tað var bara ein smalur vegur ímillum Kollafjørð og Hósvík, og brúgvin um Streymin var ikki komin. So tað var ikki, sum í dag nógvir bilar.
Tær tríggjar hugnaðu sær óført, og knappliga funnu tær útav, at nú vóru tær komnar mitt ímillum Kollafjørð og Hósvík.
Tann eina segði tá so glað, “babba smíðar í Hósvík, vit halda bara fram til Hósvíkar”, og í Hósvík kendi hon eina gentu, sum hevði búð hjá teimum eina tíð, tí mamman hjá henni hevði verið sjúk, og hon helt eisini, at tað var stuttligt at síggja hana aftur.
Tær hildu so fram til Hósvíkar, og tá tær sóu pápan, sum tær væntaðu fór at verða glaður at síggja tær aftur. Men tað var hann ikki og spurdi, um mamman vistu av hesum. Nei, tað visti hon ikki av. Tað vóru heldur ikki so nógv tá, sum høvdu telefon. Ikki sum í dag.
Tær fóru so til gentuna, sum tær kendu í Hósvík, og har fingu tær drekkamunn og kaku, og hugnaðu sær saman við henni.
Eina løtu seinni kom stórasystirin, hjá tí einu gentuni súkklandi til Hósvíkar úr Kollafirði at leita eftir teimum, og glað var hon, at hon fann tær aftur í øllum góðum.
Tann gentan, sum vendi aftur, hevði sagt fyri mammuni, hvønn vegin tær vóru farnar.
Stórasystirin súkklaði so aftur til Kollafjørð.
Tær tríggjar genturnar, sum høvdu gingið 10 kilometrar hendan flaggdagin, komu suður aftur við bussinum um kvøldið.
Og tá stóð tann ynskta av teimum, tann sum var afturvend, og tók ímóti teimum, tí dagurin hjá henni og mammuni hevði verið langur. Bussurin steðgaði, og tey trý fløggini og genturnar komu úr bussinum,
Og tá vóru tær ikki so stoltar.
Bussrutan var soleiðis tá, at bussurin steðgaði, har sum, man búði.
So søgan endaði gott. Tíbetur.
So aftur til okkara flagg. Krossurin umboðar kristindómin, og er hann avmyndaður á grikskan hátt.
Merkið er føroyska flaggið, sum var viðurkent tann 25. apríl 1940 sum tjóðarmerki føroyinga av bretum.
Ofta tá ið okkurt hevur verið í eina tíð, ja, nøkur ár, so hava vit lyndi at gloyma, hvussu nógva arbeið, eldsálir hava gjørt, sum hava strítt og strevast við einum endamáli, tí mugu vit ikki gloyma søguna, ja í hesum førum flaggsøguna.
Tá man hevur havt eina mammu, sum var í Danmark undir krígnum, seinna heimsbardaga, so skilir man, at tað føroyska flaggið hevði stóran týdning.
Og vit eru nokk fleiri, sum halda at okkara flagg, Merkið, er tað vakrasta í verðini, og hugsa serliga um tað, tá vit hoyra sangin.
Sjá, tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð,
Men hitt hvíta er fossur, brot og vetrarsins ljóð.
Og er tað Hans Andrias Djurhuus, sum eigur orðini, sum eru frá 1920.
Í okkara lítlu bygd Syðradali, hava vit nakrar ferðir uppliva at øll bygdin var flaggskrýdd. Til dømis tá Minnisvarðin varð vígdur í árinum 2000. Tá vóru 16 fløgg, ið flaggaðu.
Tá Syðradalur fylti 200 ár, og Hátíðarhaldið byrjaði á Blankskála, høvdu vit eisini flaggið við okkum til Blankskála, og var tað eisini ein heilt serlig løta.
Flaggið hevur stóran týdning fyri okkum, bæði tá tað gongur við, og tá tað gongur ímóti. Í gleði og sorg.
Fløggini geva eisini eitt samtaluevni, t.d. hví flaggar Sam í dag. Vit koyra framvið eini bygd, og har veittra fløggini, og so tosa vit um, hvat man vera her í dag.
Sunnudagar, har tit skótar eru í kirkju, og fløggini eru inni í kór, er eisini við til, at gera tað er so sera hátíðarligt.
12. mars á Grækarismessu kom tjøldrini, og tað gleðast vit um.
Í samband við flaggdagin í dag, so hugsa vit eisini um, at nú gongur móti ljósari tíðum, og nú gleða vit okkum til, at tað fer at gerast summar aftur. Tann grøni liturin ímyndar jú vón, vár og vøkstur.
Og nú eru lombini við at koma eisini.
Tá eg hugsi um okkara vakra flagg, hugsi eg samstundis um okkara vakra tjóðbúna, sum nú serliga hesa komandi tíðina verður nógv nýttur, nú nógv fáa prógv, og stevnur verða, og oftani eru nógv brúdleyp um summarið eisini, og so er tað jú Ólavsøkan eisini.
Her eru nógv fólk, sum sita og arbeiða við at tilvirka tjóðbúnan, og á Hondarbeiðsskúlanum, havi eg eisini havt næmingar, sum hava broderað tað føroyska flaggið upp á vestin. Eisini verða flagglitirnir nýttir nógv til hosubondini og tólvtrabond.
Og tey nógvu seinastu árini eru vit eisini meira tilvitað um, at nátturan í Føroyum hevur eitt ríkidømi av føroyskum blómum, og eru tær føroysku blómurnar, nú nógv nýttar til broderingina til tjóðbúnan.
Og hvat er vakrari at skoða enn sóljurna, sum er okkara tjóðarblóma, tá hon stendur í besta blóma.
Sangurin, Nánd, sum er umsettur úr donskum og eitur, De nære ting, líkasum biður okkum steðga á, og líta runt um okkum. Í tveimum versum ljóða orðini soleiðis:
So rótleyst er sinni títt altíð á ferð
Tað tykir, sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond,
Enn síggja tað vakra, sum er í nánd.
Tann eyðnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur, hon finst ei í heima høll.
Tú átti ei friðleysur leitað so fjart,
Men lær teg at elska tað, sum tú sært.
5.
Eg vil at enda takka hjartaliga fyri høvið at halda flaggdagsrøðu her í Klaksvík í dag, og takki fyri tit lýddu á.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.
Góðan flaggdag.









































































