Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Flaggskipið hjá Norðoyggjum fyllir 116

Jóhann Lützen

Longu áðrenn Klakksvík bleiv Klakksvík, tann 24. august í 1904, fekk Klaksvíkin sítt ítróttarfelag. Tað byrjaði í tí heilt smáa sum eitt áhugafelag við denti á tennis og við navninum Idrætsclubben í Klaksvig. Harvið varð spírin lagdur til tað, sum skuldi gerast Norðoya stoltleiki, Klaksvíkar Ítróttarfelag.

Við KÍ fekk aldursforsetin í føroyskum fótbólti sítt fyrsta føroyska mótstøðufelag. Áður høvdu teir spælt ímóti dønum, sum óregluliga vitjaðu Suðuroynna við skipum, ella sum steðgaðu á har í eina stund. Nú var monopolið uppá føroyskan fótbólt brotið, og aldursforsetin fekk nakrar av síni egnu stødd at royna seg í leikum ímóti.

Men tað var sum tennisfelag, at KÍ traðkaði síni fyrstu varligu fet fyri 116 árum síðani. Stovnararnir vóru Haraldur Haraldsen, vanliga nevndur Haraldur á Trappuni, Óli Biskopstø og Urbanus F. Joensen. Haraldur var fyrsti formaðurin í felagnum. Men fyrsti smeiturin rakti felagið longu fyrstu mánaðirnar. Óli Biskopstø varð raktur av herviligari blindtarmssjúku, sum kostaði honum lívið sama vetur.

Eitt ár seinni er Urbanus F. Joensen einsamallur í nevndini. Haraldur á Trappuni var fluttur til Havnar. Fyri Óla Biskopstø kemur í nevndina Petur Samuelsen, vanliga róptur Petur Bakarin, men hann sat bert fram til hendan aðalfundin á heysti, og tá koma í nevndina Jógvan Fríðrik Kjølbro og Christian Olsen, vanliga nevndur Christian í Lávíkum. Sambært heimasíðuni hjá KÍ er felagið í 1905 víðkað til bæði at fevna um tennis og kappróður.

Tá vit loksins fáa eina skipaða landskapping í 1942 gerst KÍ Føroya fyrsti føroyameistari. Ikki var kappingin stór ella drúgv; eftir tveir innleiðandi dystir ímóti Eiðis Bóltfelag, ið varð stovnað í 1913 og harvið er elsta felagið í Eysturoynni, sum endaðu ávikavist 5-2 og 3-1 til KÍ, fer KÍ víðari til eitt fjórðingsfinaluumfar, har KÍ vinnur ikki minni enn 9-0 ímóti javnaldrinum HB. Samstundis vinnur SÍF 4-1 á B36, so tað verða KÍ og SÍF, ið møtast til finaluna í 1942. Hetta var undir krígnum, so tað eydnaðist at fáa ein breta at døma finaluna. Finalan endar 2-0 til KÍ, og harvið er KÍ fyrsti føroyameistarin.

Gulløldin hjá KÍ var í 1960’unum og inn í 70’ini. KÍ var suverenur meistari í 1966, og vinnur øll tey komandi árini tað, ið eftir er av 1970’unum. So líðandi minkar munurin, og tað eydnast HB at koppa KÍ í 1971. KÍ vinnur tó aftur í 1972, men hervið er gulløldin av. Tíðin eftir hetta hevur verið merkt av nógvum og drúgvum turkum, og tað er einans blivið til 3 meistaraheiti síðani – í 1991, 1999 og 2019. Hetta seinasta eftir eina ta mest fantastisku upplivingina í fótbólti í heila tikið.

Tað er í mótgongd, at tú lærir tínar vinir at kenna, og tað hevur verið ótrúliga fjálgt at síggja, hvussu væl norðoyingar hava bakkað upp um KÍ hóast hesu longu tíðarskeiðini uttan meistaraheiti. Sjálvt tá KÍ var heilt niðri í næstbestu deildini og vendi í 2010, var ein harður kjarni uppá 150-300 fólk og hugdi at dystunum. Men tað var alla tíðina greitt, at har niðri hoyrdi fremsta liðið hjá felagnum ikki heima.

Nú er KÍ aftur har, tað er stuttligt at vera, í fremstu røð í Føroyum og úti í Europa hvørt ár, har KÍ ikki smæðist burtur millum risarnar.

Við hesum reglum skal verða ynskt KÍ hjartaliga tillukku á 116-ára degnum, har lagnan hevur lagað tað soleiðis, at 24. august eisini verður ein lagnudagur fyri flaggskipið í Norðoyggjum.