Norðlýsið hevur vent sær til Jacob Mouritz Olsen, sum er íðin Eurovision fjeppari og sum saman við øðrum føroyingum er farin til Lissabon.
– Vit eru 4 hava ferðast til Lissabon fyri at uppliva Eurovision Song Contest 2018 saman. Vit komu mánadagin sum fór við at uppliva eitt sindur av centrum í Lissabon. Eitt tað fyrsta vit løgdu til merkis er hvussu vakurt her er. Býurin er gamal, sum sæst við smølum gøtum, litríkum bygningum og øðiliga nógvum smáum fantastiskum detaljum. Eisini merktu vit beinanvegin at Lissabon hevur ein serligan hugnaligan stemning, og at her er lív í, eisini tí Eurovision er her.
Vit hugdu at bæði fyrstu og seinnu semifinalu á stórskýggja á einum torgið í centrum, har fólk vóru í góðum hýri og væl útgjørd við fløggum, parykkum, glimmri, osf. Vit hava eisini merkið við, og hava verið bæði í Belgiskum, portogisiskum og russiskum sjónvarpið og forklárað hvønn vit heppa uppá tá Føroyar ikki luttaka.
Vit hava eisini tosað við heilt fitt av luttakarunum.
Fríggjakvøldið (í kvøld) fara vit í Altice Arena at hyggja at jury finaluni, har 50 % av atkvøðunum vera givnar av útvaldum dómarum runt Evropa (Linda Andrews fyri Danmark). Í kvøld síggja vit alt showið live. Men endaliga úrslitið og vinnarunum mugu vit spent bíða eftir til í leygarkvøldið, tá hyggjararnir skulu atkvøða. Og harvið, hvar leiðin gongur næsta ár
Okkara favorittar eru Frakland (myndin), Bulgaria, Eysturríki og Australia.
Bookmakarnir siga Kypros ella Ísrael.
Gott grand prix kvøld øll somul leygarkvøldið!
Jacob Mouritz, Olga, Hans Juul og Thomas!



