Eingin hevur leikbann, men fleiri ivamál eru í verjuni.
Tá KÍ spældi í Bosnia & Hersegovina bleiv tað ein strævin dystur við longdari leiktíð í nógva hitanum á grasvøllinum.
Odmar Færø fór skaddur út í fyrra hálvleiki. Hetta komst vegna skaða í økslini, sum hann eisini fekk fyrr í summar. Hann er sera ivasamur til dystin móti HJK Helsinki. Inn fyri Odmar kom Deni Pavlovic, sum hevur verið nógv skaðadarvaður í ár. Og í seinna hálvleiki mátti Deni út aftur, tá hann kendi trupulleikar í baklærinum. Eisini Alexander Berntsson fekk ein skaða og mátti skiftast út í hálvleikinum av longdu leiktíðini. Heini Vatnsdal var á dómaraseðlanum í Banja Luka, men var ikki klárur og kom ikki inn. Hann hevur ikki vant saman við hinum enn, men tykist nærkast at kunna spæla. Allir hesir mugu tó roknast sum ivasamir til dystin hóskvøldið. Av verjuleikarum eru Cedric Yambere og Børge Petersen eftir og so ein René S. Joensen, sum onkuntíð hevur avloyst í verjuni. Tó missir KÍ nógv við renniorku og trýstspæli á miðvøllinum, um René má aftur í verjuna. KÍ hevur spælt við trimum í miðverjuni allar altjóða dystirnar í ár.
Í álopspartinum gongur hinvegin betri. Mads Bo Mikkelsen kom á vøllin seinast og venur nú við fullari ferð. Jonn Johannessen venur eisini við fullari ferð nú.
KÍ-HJK Helsinki spæla á Tórsvølli hóskvøldið kl. 19.45.




