Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri koyrdu tunnilsdagin

Jóhann Lützen

Tað koyrdu útvið 5% fleiri bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin á tunnilsdegnum í apríl í ár, enn um sama mundi í fjør.

Norðlýsið hevur vent sær til umsitingina fyri Norðoyatunnilin (sum sjálvsagt liggur í Tórshavn) og fingið hagtølini fyri Tunnilsdagin nú leygardagin. Fólk upplivdu hópin av fólki í Klaksvík og hagtølini stuðla undir uppáhaldinum. 

Tunnilsdagin 28. apríl koyrdu 4.810 bilar ígjøgnum Norðoyatunnilin. Hetta er ein øking í mun til tunnilsdagin 29. apríl í fjør, á 220 bilar, tá 4.590 bilar koyrdu ígjøgnum Norðoyatunnilin. 

Vanligar leygardagar koyra í miðal 2.500 bilar gjøgnum Norðoyatunnilin. 

 

Harleywoodpaint