Leygardagin spælir KÍ sín síðsta landskappingardyst hetta kappingarárið.
Leygardagin kl. 14.00 verður síðsta umfar í landskappingini. HB er føroyameistari, men einki er avgjørt í stríðnum um at enda á 2. og 3. plássi. 2.plássið gevur við vissu atgongd til Evropa Conference League í 2021, meðan 3. pláss gevur tað hjá KÍ, um nr. 1 ella 2 vinna løgmanssteypið . KÍ fær vitjan av føroyameistarunum HB, meðan B36 fær vitjan av NSÍ. Sostatt hava øll trý liðini, ið kappast um 2. plássið, ein torføran dyst.
Páll A. Klettskarð tosar við KÍ
Fleiri av leikarunum í KÍ-hópinum hava ikki sáttmála fyri 2021. Ein av hesum er Páll A. Klettskarð. Hann sigur við Norðlýsið, at hann og KÍ tosa saman, so tað kundi verið ein ábending um, at hann heldur fram í KÍ í 2021.
Nakrir fara møguliga vegna manglandi spælitíð
Hjá fleiri leikarum er óvist, um teir vera partur av besta liðnum hjá KÍ í 2021. Leikarar sum Ólavur Niclassen, Steinbjørn Olsen og Ísak Simonsen hava ikki sáttmála. Teir hava havt trupult við at fingið spælitíð, og tí er spurningurin, um teir kanska fara aðrar vegir fyri at fáa regluliga spælitíð. Ísak Simonsen er settur í samband við Víking, meðan Ólavur Niclassen og Steinbjørn Olsen eru settir í samband við ÍF.
Ole Erik, Patrik og Jóannes eru ivasamir
KÍ boðaði fyrr í summar frá, at málverjin, Meinhardt P. Joensen, gevst eftir hetta kappingarárið. Hann hevur ikki spælt nakran dyst hetta kappingarárið. Hjá Patrik Johannesen er støðan ógreið. KÍ ynskir at skriva nýggjan sáttmála, men Patrik umhugsar at spæla uttanlands og hevði onga viðmerking um 2021, tá Norðlýsið spurdi hann fyri nøkrum vikum síðani. Hjá Jóannes K. Danielsen er spurningurin, um hann fer uttanlands. Hann hevur sáttmála við KÍ, men hevur váttað, at hann er ivasamur vegna serligu umstøðurnar. Síðani er tað norski álopsleikarin Ole Erik Midtskogen. KÍ ynskir at gera nýggjan sáttmála, men hann hevur ikki tikið støðu enn, um hann fer at hava umstøður til at spæla í Føroyum í 2021. Felags fyri hesar tríggjar er, at teir spæla regluliga og at KÍ ynskir at brúka teir í 2021.
Dysturin móti HB leygardagin kann sostatt blíva tann síðsti hjá fleiri leikarum fyri KÍ á hesum sinni. Vit vita bara ikki enn við vissu, hvørjir hesir vera og hvussu nógvir teir vera.


