Vit hava nú hugt eftir, hvørjir føroyskir leikarar hava spælt í Noreg og við KÍ.
Nú norska rásin TV2 fer at vísa føroyskan fótbólt, so fer føroyskur fótbóltur at fáa nógva umtalu í norskum miðlum. Og norsku sambondini hjá KÍ eru sterk báðar vegir.
Klaksvíkingar í norskum fótbólti
Fýra klaksvíkingar, ið eru uppaldir í KÍ, hava roynt seg í norskum fótbólti á høgum stigi. Todi Jónsson, Kurt Mørkøre og Jákup Mikkelsen hava allir spælt í bestu deildini, meðan Rógvi Jacobsen hevur spælt í næstbestu norsku deildini.
Todi Jónsson (Start í 2005-2006)
Kurt Mørkøre (Sogndal í 1999-2001)
Jákup Mikkelsen (Molde í 2001-2003)
Rógvi Jacobsen (Hødd í 2007-2008)
Aðrir KÍ-leikarar í norskum fótbólti
Í núverandi hópi eru tveir leikarar, sum hava roynt seg í næstbestu norsku deildini.
Patrik Johannesen (Florø í 2018)
Odmar Færø (HamKam í 2019)
Onnur norsk sambond
Av øðrum norskum sambondum kann nevnast, at síðsta vetur vóru Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen og royndu seg í Raufoss, sum spældi í næstbestu norsku deildini. Abubakar Ibrahim Aliyu hevur eisini sáttmála við KÍ í 2020 og hevur síðstu árini spælt nógv í Noreg. Men hann hevur enn ikki fingið loyvini uppá pláss fyri at koma til Føroyar. Harafturat kann nevnast, at síðsta vetur hevði norska felagið Øygarden, sum spælir í næstbestu norsku deildini, ynski um at fáa KÍ-venjaran Mikkjal K. Thomassen sum høvuðsvenjara í felagnum. Og til seinast kann nevnast, at Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spældi við Levanger í 2014-2015, í nøkur ár spældi við KÍ í ungdómsfótbólti.
Jóannes Bjartalíð (Vant í Raufoss)
Jákup B. Andreasen (Vant við Raufoss)
Abubakar Ibrahim Aliyu (Hevur sáttmála við KÍ og hevur spælt við HamKam, Start og Notodden)
Kaj Leo í Bartalsstovu (Levanger í 2014-2015)
Vit kunnu eisini leggja afturat, at KÍ er felagið, sum hevur havt flestar norskar leikarar í sínum hópi av føroyskum feløgum. Teir eru hesir:
2020: Ole Erik Midtskogen
2019: Simen Raaen Sandmæl
2019: Torbjørn Grytten
2019: Magnus Stamnestrø
2004: Stig Edvin Aksnes
2002: Bjarte Vattelstad


