Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri tænastur flyta í onnur høli

Tíðindaskriv

Barnaverndartænastan, Námsfrøðiliga ráðgevingin og Sernám flyta norður á Stangavegin.

Virksemið hjá Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum, Námsfrøðisligu Ráðgevingini hjá Klaksvíkar kommunu og Sernámi flytir nú í onnur hølir.

Flutt verður úr hølunum á Fornagørðum við Klaksvíksveg 7, norður í bygningin hjá Nema við Stangaveg 53.

Orsakað av flytingini kann virksemið á hesum tænastum og deildum vera tarnað nakað komandi dagarnar, men virksemið er væntandi aftur sum vanligt mánadagin 19. mars 2018 við Stangaveg 53.

Harleyfacadeacryl