Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri uppskot til ársins rósu

John William Joensen

tað var ein ikki sørt rørdur borgarstjóri sum í morgun settist at lesa tey mongu brøvini sum vóru innkomin við uppskotum til Ársins Rósu

“Tey eru mong í samfelag okkara, sum dagliga gera eitt stórt ókeypis arbeiði, hugsa um onnur og eru har tá harðast leikar á hjá familjum og einstaklingum…” er hugskotið aftanfyri Ársins Rósu og var í hesum sambandi søknast eftir møguligum kandidatum í Norðlýsinum.
Borgarstjórin fegnast um at nógv eru  komin við hugskotum. Fleiri hava skrivað bræv, men uppaftur fleiri hava gjørt vart við seg ígjøgnum telefon, teldupost og telefax.
Í morgun var so tikið saman um uppskotini og sambart reglugerðini fyri ársins Rósu skal nevndin sjálv velja millum innkomnu uppskotini, og verður Ársins Rósa handað av borgarstjóranum mikukvøldið í samband við fagnaðin tá jólaskipið kemur.

Harleyfacadeacryl