Spinnaríði varð fullsett, tá Mortan Johannesen, skipari greiddi frá um trolveiðu í Golfinum við Bellsundið í New Foundlandi. Sigmar Bláberg greiddi frá um stállínuskip og Gunnar Nolsøe hevði samrøðu við Thormund Johannesen um lívið við Hans Erik á Flemish Cap.
Norðoya Sparikassi hevði hugnað sera nógv um hølini og tey uppmøttu fingu ein forkunnugt innlit í lívið hjá fiskimonnum á Flemish Cap.
Sigmar Bláberg vísti sera nógv góð hagtøl um fiskaprísir, um stødd á skipum v.m.
Fólkið í salinum settu fleiri spurnignar og høvdu eisini viðmerkingar til tað, ið sagt varð uppi á pallinum.















































