Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleyr kvinnurnar í finaluni

FBF

KÍF – Fleyr, 2-3 (18-25, 25-21, 25-17, 24-26 og 7-15)

Ein gýsari á Hálsi í seinastu hálvfinaluni í gjár millum KÍF og Fleyr.

Fleyr vann fyrsta settið 25-18 rættuliga trygt, men síðani stóð tað KÍF á øllum bóltunum heilt fram til 24-20 til KÍF í 4. setti.

KíF vann næsta settið 25 – 21 og triðja settið heili 25-17. Og í fjórða setti var tað alla tiðina KÍF sum var frammanfyri og førdi til seinast 24 – 20, og kundu tær tryggja sær finaluplássið við bert at vinna ein bólt afturat – áskoðararnir høvdu næstan reist seg, men so byrjaði Fleyr at býta frá sær, og tær megnaðu við góðum spæli at vinna settið 26-24.

So var 2- 2 í settum.

Men Fleyr byrjaði sum eitt óløgi í 5 og avgerandi settinum og komu framum heili 14-3, við m.a. sera góðum servum frá Evu Nagata Winther, sum servaði flestu av hesum servunum. Og endin á settinum gjørdist at Fleyr vann settið og harvið finaluplássið 15 – 7.

Ein góð og undirhaldandi hálvfinala og eitt gott tiltak í Høllini á Hálsi.