Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flogbóltsfamiljan savnast í Klaksvík

Jóhann Lützen

Hálvfinalurnar í steypakappingini hjá teimum eldru verða í Badmintonhøllini í morgin. Byrjað verður kl 13 og hildið verður á til seint á kvøldi

Tey flestu av teimum bestu innan føroyskan flogbólt verða í Badmintonhøllini í morgin. Hálvfinalurnar eru á skrá og finalistarnir til ársins steypafinalur skulu finnast. 

Flogbóltssambandið saman við Mjølnir fyriskipað dagin og karmarnir eru framúr at leika flogbólt. Eisini hjá fjepparum har sitipláss eru báðumegin. Eisini eru svali, har fólk kunnu standa og ikki minst sita við einum kaffikoppi og onkrum góðum etandi úr Mjølnir-kioskini. 

Mjølnir fjepparar kunnu gleða seg tí bæði kvinnurnar og menninir eru í hálvfinaluni. 

 

Leikskráin er henda:

 

Kl. 13.00              SÍ – Mjølnir                   Meistaradeild kvinnur

Kl. 15.00              ÍF – SÍ                               Meistaradeild menn

Kl. 17.00              Dráttur – Fleyr              Meistaradeild kvinnur

Kl. 19.00              Mjølnir – Fleyr              Meistaradeild menn