Mjølnir skipar fyri flogbóltsskúla í Badmintonhøllini í morgin og byrjað verður kl. 10.00
Venjingin verður býtt millum kvinnur/gentir og menn/dreingir og vant verður tvær ferðir hvør.
Endamálið við flogbóltsskúlanum er, at leikarar fáa amboð, at gerast betri flogbóltsleikarar.
Talan verður um servenjingar innan ymisku økini í flogbólti. Framløgur verða eisini um flogbólt generelt, um mentala og taktiska fyrireiking m.a.
Víst verður eisini á fysisk øvilsir í styrkirúminum, sum eru serliga góð til flogbóltsleikarar.
Byrjað verður kl. 10.00 og hildið verður á til kl. 18.00.




