Um vikuskiftið verður stór ungdómskapping í flogbólti í Klaksvík – heili 120 lið hava teknað luttøku, og leikt verður í øllum aldurbólkum frá flogbørnum til kvinnu- og mansunglingar.
BankNordik er høvuðsstuðul, og kappingin hevur navnið Vituskapping 2019.
Byrjað verður longu fríggjakvølið og hildið verður áfram til sunnukvøldið. Stórsti aldurbólkurin eru gentur 12, har íalt 22 lið hava teknað luttøku.
Sostatt verða fleiri hundrað børn í Badmintonhøllini og KÍ høllini um vikuskiftið.
Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn hin 2. og 3. Mars 2019.
Annars eru liðini býtt soleiðis millum feløgini:
| Mjølnir | 15 |
| ÍF | 10 |
| Ternan | 12 |
| KÍF | 13 |
| Fleyr | 22 |
| Dráttur | 9 |
| SÍ | 18 |
| TB | 10 |
| B71 | 11 |




