Starvsfólkarøktin fer á flog í morgin kl. 10, tá fyritøkur, skúlar og stovnar bresta saman. Byrjað verður við felags upphiting í Badmintonhøllini
So er freistin farin at melda lið til.
Tað eru heili 9 lið tilmeldaði, men við 3 vallum liggur heilt væl fyri at koyra liðini í tríggjar bólkar, har nr 1 í hvørjum bólki saman við besta 2’ara fara í semifinalu, síðani finalu. Liðini, sum ikki koma víðari kunnu leika innanhýsis dyst, um hugur er til tess. Finalan verður leikt á langbana.
Spælt verður best av trimum settum, hvørt settið upp í 15.
Øll liðini møta klár á vøllinum stundisliga! kl. 10.00 til felags upphiting við Cristian Imhoff.
Bólkur 1
- Føroya Bjór
- Mowi
- Norðhús
Bólkur 2
- Norðoya Sparikassi
- Á Skúlatrøð
- Kjølbro Heilsøla
Bólkur 3
- Fullpower
- Klaksvíkar Sjúkrahús
- JFK
Vinnandi liðið fær : Máltíð til alt liðið á Café Fríðu og atgongumerkir til alt liðið á FríðuTónar


