Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flogbóltur: U 19 dreingjalandsliðið úttikið

Jóhann Lützen

Mikukvøldið fer U 19 dreingjalandsliði í flogbólti til Kettering í Onglandi, har liðið skal spæla við í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA.

Kapingin byrjar fríggjadagin 26. oktober og seinasti dysturin er sunnudagin 28. oktober.

 

Føroyska liðið er í bólki saman við Svøríki og Noreg, og liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Svøríki klokkan 10,30 fríggjamorgunin.

 

Allir dystirnir verða stroymdir og verður hetta upplýst nærri á www.volleyballengland.org

 

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið hesar leikararnar:

 

Úr SÍ:

Bjarni Joensen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Ragnar Weihe

Hjørtur Joensen

Oskar í Haraldstovu Weihe

 

ÍF:

Ingálvur Eyðunsson Olsen

 

Úr Fleyr:

Hákun Weihe Heinason

Tórur Paulason

Tórður Gunnarsson Højsted

Jónfinnur Jógvansson Hansen

 

Úr Mjølni:

Dávið Hentze