Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flogbóltur: Um 50 fólk á dómaraskeið

Tíðindaskriv

Um vikuskiftið skipar Flogbóltssamband Føroya fyri dómaraskeiði, har Hans Ole Nielsen (Hassan) frá danska flogbóltssambandinum fer at undirvísa.

Skeiðið er ætlað dómarum í meistaradeildini hjá kvinnum og monnum.

Tað er sera stór undirtøka fyri skeiðnum og umleið 50 fólk hava teknað luttøku úr øllum feløgunum í Føroyum.

Ynski hjá FBF er sjálvandi, at fáa eina góða lands- og steypakapping, eisini hvat viðvíkur dømingini.

Skeiðið verður hildið í Ítróttarhøllini í Kollafirði.

 

Skráin:

Fríggjadagin 5. oktober: 
kl. 18 – 22   Teori

Leygardagin 6. oktober:
Kl. 10 – 11 Kunning um døming
Kl. 11 – 18 Døming

Í sambandi við dømingina leygardagin, hevur Flogbóltssambandið samlað øll 6 ungdómslandsliðini hjá gentum og dreingum til venjingar í Kollafirði, har tey fara at leika ymiskar venjingardystir, soleiðis at dómararnir fáa nakrar praktiskar royndir.