Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Flogternurnar seta trygdina í hásæti

Jóhann Lutzen

Tær fingu seg royndar á Borðoyarvík, men allar stóðu royndina við eyðkendu smílunum

Tær fingu seg royndar á Borðoyarvík, men allar stóðu royndina við eyðkendu smílunum

Tá ferðafólk síggja smílandi og tænastusinnaðu flogternurnar umborð á flogførunum, er ein holl útbúgvingartilgongd staðin, áðrenn flogternurnar kunnu seta tittulin á visitkortið. 
Í gjár skipaðu Atlantic Airways og Sjónmám fyri bjargingarroynd og trygarskeiði fyri flogternunum. Tær hoppaðu á sjógv og vendu bjargingarbátinum uttan himpr. Seinni fóru tær í svimjihøllina at leggja fitt av longdum aftur um seg. 
Flogferðslan er nógv vaksin hjá Atlantic Airways og tørvur er á eyka flogternum um summarið. Flogternurnar fara sínar fyrstu túrar í summar.