Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Floksmannadagar 2018

Oliver Joensen, myndir.

Um Floksmannadagar í Hattarvík skrivar Andras Sólstein soleiðis:

Floksmannadagar í Hattarvík 2018.
Ein frálíkur dagur í Hattarvík, framúr fyriskipað av Símun bónda í Uppistovu, hendiga hegnigur maður. Matinum stóð Gutti fyri, og við sínum góða hjálparfólki var maturin eitt upplivilsi av teimum heilt stóru, besta rávøru og hugflog røkka langt, men í hondunum á Gutta tekur tað veruliga flog á seg, og vit eru á ovastu matmentunarligu rók!
Jákupskel við ertrapurré, súltaðum skalottoleyki og turrum fiski. Brislingur við rabarbu og sinnopskremi, marinerað grind. Ingvard frá Tavuni í Lorvík greiddi okkum um søguna viðvíkjandi brislinginum og sildini og svenska marknaðinum. Jóhan Mortensen hevði eisini ein týðandi leiklut í mattilfeinginum. So ikki at gloyma niðurgrivna kjøtið úr Eystfellinum og vælsmakkandi øl, Akvavitt og gin frá Einar og Føroya Bjór. Góðan tónleik frá Kára Sverrison og Dánjal av Neystabø. Framúr tit øll í Hattarvík og takk fyri.

Í Norðlýsinum, sum kemur í sølubúðirnar og til haldararnar í morgin, er longri frágreiðing, ið Oliver Joensen hevur skrivað.