Tað var sum dagur og nátt at uppliva KÍ í Klaksvík samanborið við dystin í Bodø fyri viku síðani.
KÍ byrjaði við somu leikskipan og somu leikarum í mun til dystin fyri viku síðani. Men dystargongdin bleiv heilt ein onnur í kvøld. Kanska spældi tað inn, at KÍ tapti 3-0 frá fyrra dystinum og einki hevði at tapa nú. Og kanska tók Bodø/Glimt ov lætt uppá uppgávuna havandi fyrra dystin í huga, tá KÍ ikki hótti yvirhøvur.
KÍ byrjaði við at leggja trýst á langt frammi í løtum, og tað eydnaðist væl. KÍ kom væl frá byrjan og longu eftir 20 minuttum var 2-0 til KÍ. Mads B. Mikkelsen skoraði fyrst og síðani Jákup B. Andreasen. Eftir hetta hendi ikki so nógv. KÍ vardi fyri tað mesta, men sá út til at hava tamarhald á. Bødø/Glimt km til ein stóran málmøguleika, tá skotið fór uppum.
KÍ trýsti fyri at fáa longda leiktíð
Í seinna hálvleiki fekk Bodø/Glimt eitt brotsspark, sum dómarin hevði leingi við at taka støðu til. Mett var, at bólturin kom í armin á KÍ-leikara. Eisini í fyrra dystinum kom eitt mál uppá brotsspark, har bólturin tilvildarliga kemur í arm á KÍ-leikara. Eins og í Bodø, so skoraði Boniface trygt. Men síðsta orðið var ikki sagt. Í 85. minutti skapti KÍ spenning í dystin og fyri aðru ferð í dystinum var tað Jóannes Bjartalíð, sum legði innfyri til Jákup B. Andreasen, hesaferð uppá hornaspark, og so var 3-1. Hetta skelkaði Bodø/Glimt, og síðsta partin av dystinum legði KÍ stórt trýst á. Páll A. Klettskarð fekk ein góðan málmøguleika og ofta manglaði bara tað síðsta. Men inn fór bólturin ikki. Fleiri KÍ-viðhaldsfólk saknaðu kanska, at serliga Árni Frederiksberg kom á vøllin, tá KÍ trýsti í seinna hálvleiki, men hvørki hann, Valerijs Sabala ella Jóannes K. Danielsen, ið allir hava eyðsýndar álopsdygdir, komu á vøllin. Hinvegin er trupult at staðfesta, um hetta var eitt mistak, tí KÍ-avrikið var gott og leikararnir høvdu eisini orku til at leggja trýst á síðstu løtuna.
Ein týðuligur lætti hjá Bodø/Glimt leikarunum, tá dómarin floytaði av, sum gjøgnum allan dystin høvdu torført við at skapa málmøguleikar. KÍ spældi ein framúrskarandi dyst og megnaði at skapa stóran spenning í. Dystargongdin var ikki til at samanbera við fyri viku síðani, tí eftir dystin í Norra vóru tað helst fá, ið roknaðu við, at tað bleiv spennandi í kvøld um, hvør fór at koma víðari.
KÍ skal nú møta Sutjeska, meistarunum úr Montenegro, í Conference League. Fyrri dysturin er í Montenegro 20. juli og seinni dysturin í Klaksvík 27. juli.




