Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flottasta mál við Djúpumýrar nakrantíð?

Jákup Ósá

Árni Frederiksberg skoraði eitt sera minniligt mál frá egnari hálvu móti B36 í gjár.

B36 gjørdi eina skeiva avlevering, og so tók Árni møguleikan og skeyt fyrstu ferð frá eini 60-65 metrum, tá málverjin var nakað langt úti. Í Televarpinum bleiv sagt, at hetta kanska var besta mál, ið er skorað á vøllinum í Klaksvík. Árni segði sjálvur eftir dystin við KVF, at nú á døgum skulu málverjar luttaka nógv við í spælinum, og tá eru teir ofta uttarlaga. Tað gevur møguleika at fanga teir, og vit hava sæð Árna roynt seg fleiri ferðir fyrr frá langari fjarstøðu, so eitt slíkt mál hevur ligið í luftini.

Spurningurin er so, um vit hava sæð eitt mál í bestu mansdeildini frá slíkari fjarstøðu áður við Djúpumýrar og um hetta er vakrasta mál í søguni hjá KÍ? Tað veldst helst um, hvønn ein spyr, og hvat slag av málum einum dámar best.