Sjómenn hava gjøgnum tíðirnar havt nógva yvirtrúgv. Teir hava sæð alt møguligt fyri sær í luftini og á sjónum, og teir hava eisini gingið høgt uppí nøkur ting, sum fyri okkum á okkara døgum kunnu tykjast løgin ella stuttlig.
(grein úr blaðnum)
Ring tekin fyri ein drúgvan túr, sum stóð fyri framman, kundu vera:
- ikki byrja ferðina mánadag, fríggjadag ella leygardag, og heldur ikki 13. í mánaðinum, tí so fór veðrið at vera ringt allan túrin
- byrjaði ferðin sunnudag, fór tað at vera gott veður
- tað var einki serliga at hava m.a. prestar, bornholmarar, finnar, sakførarar, missionerar, ateistar ella kvinnur við sum ferðafólk (her var kona skiparans undantikin!)
- ikki loyvt at spýta á dekkið – ella at fløjta, tí so bleiv illveður
- møtti ein sjómaður, sum var á veg umborð og avstað, einari kvinnu, sum annaðhvørt skeitti ella var plattfótað, so fór veðrið at verða ringt. Men hann kundi bjarga støðuni við at fara til hús aftur beinanvegin og so fara avstað aftur eina ferð afturat
- segl máttu ikki seymast umborð, tí so seymaði tú vindin fastan í ættina
Ein søgn er um eitt hulduskip, sum viðhvørt vísti seg fyri sjómonnum. Tað var tann flúgvandi hollendingurin. Tað var ikki eitt gott tekin, tá ið teir sóu tað – teir kundu vænta sær illveður, skipbrot ella deyða. Hesa søgnina kendu flestu sjómenn í norðara parti av Atlantshavinum, t.e. í Vesturevropa og í Norðuramerika.
Viðhvørt sást skipið sigla við mastrunum niðureftir og kølinum uppeftir.
Tað er fleiri útgávur av søgnini um flúgvandi hollendingin. Ein hevur sín uppruna millum franskar ella enskar sjómenn í 1700 talinum og kann vera knýtt at hollendska skiparanum, Hendrik Vanderecken. Hann skal hava verið ein ræðuligur ein – bæði óndur og ein skammleysur siðloysingur.
Á veg úr Eysturindia og heim til Hollands í 1641 kom skipið í illveður við leiðirnar nakað sunnan fyri Góðvónarhøvdan í Suðurafrika. Manningin bað skiparan minka um seglini, meðan veðrið var so ringt, men tað vildi hann ikki hoyra talan um. Hann segði hart og týðiligt við teir óttafullu menninar, at “…hann vildi heldur sigla til dómadags enn at strika eitt einasta segl!”.
Tá ið ein av manningini mótmælti, varð hann skotin og tveittur í havið, og í somu løtu stóð ein andstyggligur havmaður hjá skiparanum – kanska var tað sjálvur hin grábeinti?
Hann hugdi háðandi at skiparanum og segði við hann, at “Ja, tú skalt sleppa at sigla – í allar ævir skalt tú reika sum eitt spøkilsi á teim veðurbardu heimshøvunum. Tú skalt aldrin aftur finna í havn. Líka til dómadags skalt tú vera negldur fastur í róðrið á skipi tínum. Ein og hvør, sum fær eygað á teg ella títt skip, skal vita, at nú er ódn á veg, ella deyði og undirgangur! Forbannaður verið tú og skip títt. Í tykkum skal øll øði havsins, allur ráskapur og grimd og allur óndskapur vera samlaður!”
Síðan hesa hending hava nógvir sjómenn sæð tann flúgvandi hollendingin, og tað hevur næstan altíð spælt illa av.
Í árunum 1879 til 1882 var HMS Bacchante á ferð kring knøttin við tveimum enskum prinsum, annar bleiv seinni kongur – George V. Hann er langabbi Charles, sum nú er kongur.
Á sumri í 1881, tá ið skipið var statt nakrar 100 fjórðingar úr vesturstrondini á Australia, sóu teir tann flúgvandi hollendingin. Prinsurin skrivaði sjálvur um hendingina í persónligu dagbók sína:
11. juni 1881. Tá ið eg var vakt á brúnni um midnáttarleitið, sóu vit tann flúgvandi hollendingin. Í fyrstuni sá tað út sum eitt løgi reytt ljós í havsbrúnni, men so dagaði eitt gløðandi skip út úr myrkrinum. Alt á skipinum var sjálvlýsandi: mastrar, ráir og segl, men í aðrar mátar líktist skipið einari vanligari brigg. Tá ið skipið var einar 100 favnar frá okkum, sá eg týðiliga stýrimannin, sum stóð við róðrið. Ein av officerunum á okkara skipið, sum var heilt frammi á gron, sá eisini hollendingin. Hann rópti alt fyri eitt á ein av manningini, sum stóð á afturdekkinum, at koma fram til sín. Men tá ið hann var komin fram, var spøkilsiskipið vekk. Vit vóru 13 mans, sum sóu tað.”
Tað bleiv ikki illveður ella skipbrot fyri HMS Bacchante, eftir at teir høvdu sæð hetta spøkilsiskipið, men dagin eftir datt maðurin, sum fyrst hevði sæð tann flúgvandi hollendingin, niður úr rigninginum og doyði, og tá ið teir komu í havn, mátti skiparin í skundi leggjast inn á sjúkrahús, tí hann hevði fingið eina álvarsliga og lívshóttandi sjúku.
Ein tann seinasta skrivaða keldan frá einum skipi, har sum teir sóu tann flúgvandi hollendingin, er frá 1959. Tað var eitt hollendskt farmaskip, Straat Magelhaens. Skiparin, Pieter Algra, segði um hendingina, at “…brádliga kom eitt løgi og sjóðandi ljóð, og so sóu vit eitt stóran fullriggara sigla beint ímóti okkum. Seglini stóðu at bresta, og vit sóu týðiliga mannin, sum stóð við róðrið. Hetta hendi so skjótt, at vit kundu ikki snara skipinum vekk av vandaleið. Í løtuni, skipið skuldi renna inn í okkum, upploystist tað og bleiv vekk.”
Einki er skrivað um, hvat skipinum var fyri eftir hesa hending.



