Um nakrar vikur letur flytingargluggin aftur. Tá kunnu leikarar ikki skifta til feløg í Effodeildini.
FSF hevur ásett, at seinasta freist fyri at flyta felag í bestu deildini er mánadagin 10. mars. Hetta er 5 dagar frammanundan, at landskappingin byrjar. Sum skilst í flestu feløgunum, so eru tey framvegis opin fyri at fáa leikarar tilknýttar hópinum, so tað verður spennandi at síggja, hvørji feløg fara at styrkja seg mest.




