Mann tað nú passa? At vit eru so upphongd av at gera …EINKI?
Flytur tú eisini onkuntíð pappír frá A > B > C… uttan at tað flytur nakað?
Á Leiðaradegnum, sum verður 25. mars, fara vit m.a. at seta fokus á, hvussu vit sleppa undan tí mesta av pseudoarbeiðinum vit gera. Dennis Nørmark, sum hevur skrivað bókina Pseudoarbeiði, saman við Anders Fogh Jensen fer at hava eitt viðkomandi upplegg um hetta viðkomandi evni. Serliga er tað við komandi í einari tíð, har arbeiðsloysið hjá okkum er metlágt.
Stórt sæð allir almennir stovnar og privatar fyritøkur gera ymiskt, sum kemur undir pseudoarbeiði.
Kanska hevur tú ofta hoyrt tíni starvsfólk (og kanska hevur tú ofta sjálv/ur hugsað): “Hví Sørin skulu vit gera hetta?
Tað gevur onga meining!” Tú hevur helst oftast rætt, tá tú undrast yvir ymiskar mannagongdir o.a., sum tú onga meining sært í.
Tí pseudoarbeiði er at síggja allastaðni.
Bæði í privatu vinnuni og hjá tí almenna.
Og tað stjelur alt ov nógv av okkara tíð!
Tað góða er, at tú kanst gera okkurt við tað >>
Allar privatar fyritøkur kunnu gera okkurt við tað. Beinanvegin. Men nógv innan almenna geiran líða undir, at tey noyðast at útinna pseudoarbeiði, tí tað er beinleiðis lógarásett. Men heldur ikki her er uppgávan ógjørlig.
Starvsfólk og leiðarar kunnu saman eyðmerkja bæði sjálvgjørt pseudoarbeiði – og tað sum grør og økist av teimum lógum og reglum, sum vit virka undir.
Flytur tú eisini onkuntíð pappír frá A > B > C… uttan at tað flytur nakað?
So kom við til Leiðaradagin í ár. Tú angrar tað ikki. Tú fært eitt fantastiskt høvi at fáa góð ráð frá DENNIS NØRMARK um hvussu tú (tit) sleppur undan Pseudoarbeiði á tykkara arbeiðsplássið.
Leiðaradagurin 25. mars 2022 | kl. 13 – 17
Les alt um Leiðaradagin og tekna teg her >>
Tað ber sjálvsagt eisini til at tekna seg, við at ringja til Synergi á tel. 322355 ella senda t-post til synergi@synergi.fo







