Soleiðis verða FM finalurnar hjá Mjølnir monnunum spældar
Mjølnir skulu spæla móti Fleyr í FM finaluni. Tað er ein endurtøka av steypafinaluni í mars, sum Mjølnir vunnu 3-0
Tá ið landskappingin er liðug, leika nr 1 og nr 2 finalur hjá bæði kvinnum og monnum. Leiktar verða tvær finalur á uttanveltaðum vølli, sum FBF ásetur.
Hósdagin 18.04
Kl 16.45 Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn
Leygardagin 20.04
Kl. 15.00 Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn
Vinna liðini hvør sín dyst, verður leikt eitt eyka “Gullsett” upp í 15 í framhaldi av seinnu finaluni – vinnari av hesum settinum er føroyameistari – tvey stig skulu vera á muni í settinum.


