Aftur í 2018 skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Treysti hevur høvuðsstuðul, sum er Norðoya Sparikassi, og tí verður heitið á kappingini: NS hálvmaraton Klaksvík 2018. Kappingin verður hildin leygardagin 5. mai kl. 14.00.
Treysti skipar í ár fyri NS hálvmaraton í Klaksvík. Hetta verður samstundis FM í hálvmaraton. Talan verður um eitt sokallað býar hálvmaraton, tí tað verður bert runnið í býnum, á einum rundteini á 5,3 km.
Umframt hálvmaraton so verður eisini skipað fyri 5 km motiónsrenning og barnarenning.
Startur og mál verða á vegnum høvuðsdeildina hjá Norðoya Sparikassa og Betesda. Hálvmaraton verður runnið fýra ferðir norður til Stangaskákið (Victor á Lakjuni) og út á Bumshamar (Torvgøtu) at venda.
Motiónsrenningin er eitt umfar av hesum rutu. Barnarenningin er eitt umfar runt “Lítla Eið”, sum er góðar 400m.
Talan verður um DAF-góðkendan hálvmaraton tein.
Fyri at luttaka í hálvmaraton skal ein vera fødd/føddur í 2001 ella fyrr. Fyri at luttaka í FM er tað ein treyt, at man er limur í einum felag undir FÍF.
Samstundis, sum talan er um FM, so verður hetta eisini opin kapping har øll kunnu luttaka.
Tíð og stað
Startur uttanfyri Norðoya Sparikassa kl. 14.00. Barnarenningin byrjar kl. 13.30.


