Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM klemm í Klaksvík

Jóhann Lützen

Tá dysturin millum KÍ og HB varð liðugur, brast hurðin upp í búrinum. HB viðhaldsmađurin Niels Uni Dam vildi geva speakarinum hjá KÍ eitt ordans klemm.

Kristian Joensen er sokallaður speakari, tá KÍ leikar heimadystir í Betri deildini. Hansara vinmaður í Tórshavn hevði lovað honum eitt klemm um HB vann FM í Klaksvík í dag. 

Kristian tók væl ímóti klemminum, men tummilin vendi tó niður hjá Kristian.