Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM-kvalifikatiónskapping í Funningsbotni

Jóhann Lützen

Veðrið var ikki gott leygarmorgunin. tá kappingin skuldi byrja kl 08.00. Avgjørt var at útseta kappingina 1 tíma og tá bleiv fínasta veður at hava kappingina

 

Kappingina vann Tummas Jacobsen við hundinum Moss, nr 2 var Tóki Berg Mikkelsen við Irpu og nr 3 var Anna Sofía Fjallheim við Midge.

Føroya besti hundur frá kappingarárinum 2024-2025 rennur undan øllum hinum aftur í ár, vit tosa um hundin Moss og hundaførarin Tummas Jacobsen. Nú tvær kappingar hava verið hevur Moss vunnið báðar kappingarnar sum hava verið og hevur tí fult stigatal 14 stig. 

Fýra teir bestu hundarnir sleppa til EM, sum tað sær út nú so fer Moss avstað við tí eina plássinum, meðan hini 3 plássini er alt opið, og spennandi verður at fylgja við.

 

–https://hundar.fo/fm-kvalifikationskapping-i-Funningsbotn-2/