Í dag var partur av KÍ-hópinum á vitjan hjá KÍ-fjepparanum Niels Olaf Sølvará. Niels Olaf hevur síðstu árini gjørt sær ein KÍ-hjall, sum eftirhondini er sera kendur í Norðoyggjum umframt, at hann hevur verið frammi í fleiri miðlum, eisini uttanlands í summar, tá KÍ fekk nøkur av sínum stóru úrslitum í altjóða fótbólti.
Í KÍ-hjallinumn er sera nógv forvitnisligt frá KÍ-søguni at síggja og 2023-hópurin fer uttan iva at fáa nógv pláss har í framtíðini, tí 2023 hjá KÍ er besta kappingarárið hjá nøkrum føroyskum fótbóltsfelag nakrantíð.


