Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

FM-stríðið fær fyrstu stóru ábendingina

Jákup Ósá

KÍ og NSÍ bresta saman í ársins fyrsta toppdysti.

Hetta eru tey bæði liðini, sum kappaðust um FM í fjør fram til á norðoyastevnu, tá KÍ kom so mikið langt framum, at tað ongantíð kom spenningur í aftur kappingina. Liðini møttust í 9. og 12. umfari. NSÍ var væl við og kanska leikliga omaná, men KÍ vann báðar dystirnar.

Bæði liðini hava á pappírinum eins sterkar hópar í ár og vunnu fyrsta dystin. Tí kemur fyrsta stóra ábendingin um, hvar FM endar í ár í hesum dystinum í Klaksvík. Tó er eitt triðja lið við, sum er HB, men HB møtir ikki nøkrum topp 3 liði frá í fjør fyrr enn í 7. umfari.

Eftir hendan dystin hevur NSÍ øll botn 5 liðini frá í fjør. Í fjør vann NSÍ 15 av 15 dystum móti hesum liðum, so fær NSÍ minst ein javnleik í Klaksvík, so er sannlíkt, at NSÍ er oddalið eftir 7. umfør.

Dysturin í Klaksvík sunnudagin byrjar kl. 15.00.

Harleyfacadeacryl