Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føðingardagur í Klaksvík í 1950 unum

Jákup Andreasen

Ofta er ringt at fáa fulla vissu fyri nær, og í hvørjum sambandi gamlar myndir eru tiknar, men henda myndin kundi stava frá 75 ára føðingardegnum hjá Jens Klæmint Isaksen tann 11. mars í 1956.

 

Jens Klæmint var kendur av hvørjum mansbarni í Klaksvík fyri árum síðan bæði sum keypmaður, reiðari og ikki minst frá sínum stóra arbeiði í Brøðrasamkomuni. Hann var føddur á Kirkju í Fugloy í 1881, og giftist við Sáru f. Fuglø av Viðareiði í 1904. Tey búðu fyrst á Viðareiði, til tey í 1916 fluttu til Klaksvíkar at búgva.

Fólkini í fremru røð á myndini eru f.v.: Conrad Joensen, Agnar á Dul, Jógvan við Keldu, Gigga við Keldu og Oddmar Marsteen. Kvinnurnar aftanfyri eru f.v.: Thala á Dul og Hjørdis Hansen f. Vitalis. Okkurt navn má takast við fyrivarni.

Ein mynd hjá eldra Jóhan Purkhús.