Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólk fáa upplivingar og hugna

Jóhann Lützen

Fyrireikararnir av Summar Festivalinum gleða seg til at taka ímóti nógvum gestum um vikuskiftið

 

Hósdagin byrjar Summar Festivalurin 2023, og fyriskipararnir gleða seg til fara í gongd við 18. festivalin.

– Summar Festivalurin er hugni og trivnaður. Fólk úr øllum landinum koma á Summar Festivalin og eru her í fleiri dagar, sigur Erik Biskopstø, ein av fyriskiparunum av Summar Festivalinum.

Hann fegnast um, at festivaløkið er við at vera klárt til at taka ímóti mongu festivalgestunum og sigur, at í ár hava fyriskipararnir valt at avmarka atgongdina til festivalin nakað, so umleið 8000 fólk sleppa inn. Hetta kemst av bygging í økinum.

Erik Biskopstø er ikki minst spentur til stóru rockkonsertina við Europe fríggjakvøldið.

Her ber til at síggja video-samrøðu við Erik Biskopstø:

https://www.youtube.com/watch?v=h1-qpyTpuqc