Hósdagin 14. juli millum kl. 11.00 og 12.30. verður fólkadansur at síggja uttanfyri Biskupstorg har, sum skoytubreytin plagar at vera
Hetta er í sambandi við at Havleik, Norðurlendsk dansistevna er í Føroyum hesa vikuna. Hósdagin fara fólkadansararnir út um landið at vitja føroysku dansifeløgini.
Klaksvíkar Dansifelag fær vitjan av dansarum og spælimonnum úr Svøríki og Noregi. Sum partur av skránni hendan dagin, verður dansiframførsla á Biskupstorgi millum 11.00 – 12.30.
Á skránni verður fólkatónleikur/dansur úr Noregi, Svøríki og føroyskur dansur.





