Fólkaflokkurin stóð seg lutfalsliga best í Norðoyggjum og einari bygd á Sandoynni.
Vit hava hugt eftir, hvar Fólkaflokkurin stóð seg lutfalsliga best. Hattarvík er fólkafloks-háborgin hesaferð við heili 81,8 %. Har valdu 11 fólk. Beint í hølunum komu grannarnir á Viðareiði, har 235 fólk valdu.
Fólkaflokkurin fekk lutfalsliga flestar atkvøður í hesum støðum:
81,8 %: Hattarvík
70,2 %: Viðareiði
67,7 %: Mikladalur
62,5 %: Svínoy
55,2 %: Húsavík
50,0 %: Árnafjørður
47,3 %: Klaksvík
41,6 %: Gøta



