Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólkatingsvalið 2022

klaksvik.fo

Til veljarar til fólkatingsvalið 31. oktober 2022 í Klaksvíkar kommunu

 

Atkvøðugreiðslan fer fram mánadagin 31. oktober á hesum støðum:

  • KÍ-høllin í Klaksvík – (fyri valstøðini Klaksvík, Ánirnar og Norðoyri)
  • Í róðrarneystinum, Árnafjørður – (fyri valstaðið Árnafjørð)
  • Skúlin í Mikladali – (fyri bygdirnar Mikladal og Trøllanes)
  • Skúlin á Húsum – (fyri bygdirnar Húsar og Syðradal)
  • Skúlin í Svínoy – (fyri valstaðið í Svínoy)

Atkvøðutíðin er millum kl. 09.00 og kl. 20.00 og heldur fram, so leingi veljarar møta uttan steðg.

Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Miðlan, tlf. 41 00 00, inntil fríggjadagin 28. oktober 2022.

Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Veljari, ið ikki fær valkort ella fær valkort við villum í, verður biðin um at venda sær til Miðlan tlf. 41 00 00.

Klaksvíkar býráð
19. oktober 2022