Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Fongurin hjá Brandi vá 21.740 pund

Oliver Joensen

Í gjár brúkti eg tøl frá uppgávunm, sum bátarnir gera fyrrapartin á degnum. Men fongurin skal eisini vigast, tá útróðrarbátarnir koma til lands. Hóast veiðan hjá Brandi varð sett til 18.100 pund, so royndist nógv betur enn tað. Eg fekk niðanfyri sms frá Andriasi Justesen í dag. Andrias skrivar:

Hey Oliver. Sá tíðindastubban hjá tær um útróðurin í gjár. Veiðan var nokk ikki vigað tá. Vit høvdu faktiskt 21.740 pund, so tað var ein óførur dagur!

Tíbetur vóru vit 4 mans, ikki minst tí, at pumpan til vaskipavnarnar brendi saman og vit máttu tøma við hond. Tað hindraði ikki sørt arbeiðnum, men tað gekk allíkavæl.  Nú er so jólaferia. Gleðilig jól.