Norðlýsið hevur hitt nýggja stjóran á Kjølbro Heilsølu, Árna Frederiksberg sum sær stórar møguleikar fyri framman
Móttøka var á Kjølbro Heilsølu fríggjadagin í samband við at nýggjur stjóri tekur við. Talan er um Árna Frederiksberg, sum vit kanska best sum leikara á KÍ liðnum. Árni hevur tó aðrar førleikar og tað fáa tey í Kjølbro Heilsølu ágóðan av framyvir. Vit spyrja Árna hvat hann sigur til nýggju avbjóðingarnar.
– “Hetta var ein ótrúliga spennandi møguleiki, og tá eg fekk tað bjóðað, kundi eg ikki siga nei. Heilsølan hevur eina spennandi tíð fyri framman.”, byrjar Árni. Spurdur um hvussu vit fara at merkja tað, at hann inntekur stjórasætið á heilsøluni, svarar Árni, at “Tað skulu ikki vera ov stórar rembingar. Fyritøkan er ein væl rikin fyritøka við ótrúliga góðum starvsfólkum, og tað hevur koyrt væl seinastu árini. Eg fari ikki at uppfinna nakran nýggjan djúpan tallerk beinanvegin, og spurningurin er, um eg yvirhøvur skal tað.”
– “Kortini er ein nýggj tíð fyri framman, tá Kjølur fer út herfrá – teir skulu hava nýggjan bygning – og tá verður meira pláss, og tað gevur so aftur aðrar møguleikar”.
Árni Frederiksberg lýsir fyritøkuna soleiðis: – “Vit eru ein heilsøla, sum veitir innan allan vinnur, bæði catering og proviant, og søguliga hevur proviantur til skip verið tann størsta sølan hjá fyritøkuni. Í dag eru vit tó meira ein heildarveitari enn avmarkað til proviantering. Annars er fyritøkan ein væl rikin fyritøka við upp ímóti 20 starvsfólkum, ið er væl rikin seinastu árini við góðari leiðslu. Talan er um sølufólk, innkeyp, bókhald og goymslufólk”.
– “Eg eri øgiliga spentur upp á framtíðina, og uppá hvat hetta fer at bjóða. Her eru møguleikar fyri framman, sum vit skulu útnytta fult út. Allir partar av fyritøkuni skulu byggjast uppá, og vit plássið veksur nú við ⅓. Bara tað gevur í sær sjálvum øgiligar møguleikar”, sigur Árni at enda.
Fakligu kvalifikatiónirnar hjá Árna Frederiksberg eru, at hann hevur lisið fígging/økonomi, og so hevur hann starvsroyndir frá øðrum fyritøkum seinastu 8 árini.
















