Klaksvíkar býráð hevur samtykt, at foreldragjaldið, ið bleiv goldið, tá ið barnaansingin hjá Klaksvíkar kommunu var stongd orsakað av verkfallinum, verður endurrindað foreldrum
Hjá teimum, sum halda fram í barnaansingini eftir summarfrítíðina, verður august gjaldið regulerað í mun til mistar dagar. Tó eru nakrir stovnar gjaldsfríðir í juli og august. Har hetta er galdandi, verður gjaldið regulerað í september.
Tey foreldur, sum eftir summarfrítíðina ikki hava børn í ansingarskipanini hjá Klaksvíkar kommunu, fáa foreldragjaldið endurrindað fyri dagarnar, sum tey hava goldið fyri í tíðina, tá ið ansingin var stongd orsakað av verkfallinum.




