Tað sigur formaðurin í hondbóltsfelagnum Stjørnan, Súsanna Lydersen, ið tók við formanssessinum í felagnum fyri skjótt einum ári síðani.
Ítróttarliga hevur Súsanna verið virkin í Stjørnuni og í Treysti. Eg byrjaði at spæla hondbólt í Stjørnuni sum 12 ára gomul. Eitt skiftið var tað Treystið og renningin, ið stóð longur frammi í huganum hjá mær, men fór so aftur til hondbóltin. Eg gavst at spæla hondbólt á hægsta støði tá eg var um 24-25 ára gomul, tí tá hevði eg annað at taka mær av, sum kravdi meira av míni tíð.
Men mær dámdi ítróttina og at halda venjingina við líka, so eg fór aftur at íðka, men hesaferð við Old Girls hjá Stjørnuni.
Eitt vegamót
So fyri fýra árum síðani var Stjørnan á einum vegamóti og fekk eina nýggja nevnd. Tá spurdi nýggi formaðurin tá, Jastrid Gullaksen, meg um eg ikki vildi vera samskipari. Tað játtaði eg, tí eg helt at framtíðin sá spennandi út hjá Stjørnuni.
Onkrir av limunum í nýggju nevndini vóru har, mest sum bara fyri at seta gongd á felagið og vildu sleppa út aftur tá teirra arbeiðsuppgáva var lokin, og tá spurdi formaðurin meg um eg ikki vildi koma í nevndina. Tað játtaði eg, men vildi samstundis at onkur annar tók sær av samskiftisarbeiðinum, tí tað arbeiðið krevur nógva tíð.
Helt meg til
Í mai mánaða í fjør, tá Jastrid hevur sitið sum formaður í gott og væl trý ár, spurdi hon so meg um eg vildi fara heilt inn í felagið, og taka mær av formanssessinum.
Hetta var ein stórur biti hjá mær at svølgja, tí eg visti, at tað krevur nógv av einum, sum skal taka sær av formansplássinum í einum felag sum Stjørnan.
Eg mátti hugsa meg væl um, skuldi siga ja, ella bera meg undan. Tað mátti eg brúka nakrar dagar til. Men eftir at hava hugsað meg gjølla um, kom eg til tað niðurstøðu, at av teimum, sum sótu í nevndini tá, hevði eg kanska mest yvirskot, at taka mær av formanspostinum, tí hinar, sum sótu har og sum longu brúktu nógva tíð til Stjørnuna høvdu eisini smá børn. Eg hinvegin var meira leys av tí og tá maðurin eisini sigldi og var nógv burtur, helt eg, at tað átti at fara at bera til at geva Stjørnuni ein størri part av mær, tí gjørdi eg av at játta.
Framgongd
Felagið koyrir væl, tá eg taki við. Vit hava ein løntan venjara, og ein løntan leikara. Restin av leikarunum eru bara áhugaleikarar og fáa ikki løn frá felagnum, men spæla hondbólt av áhuga.
Raksturin koyrir eisini nøktandi. Vit klára at gjalda hvørjum sítt, men heldur ikki meira enn tað.
Per Klarup, høvuðsvenjarin hevur verið ein ótrúligur fongur fyri felagið. Hann er ótrúliga arbeiðssamur. Umframt at taka sær av besta liðnum, sum leikar í SMS deildini, hevur hann gjørt eitt stórt arbeiðið ímillum tey yngru og børnini í felagnum. Hann hevur verið góður í frálæruni um hondbóltsspælið. Tað kanska sæst ikki so væl á stigatalvuni hjá SMS deildini, at vit hava havt ein góðan venjara. Men tann, sum hevur fylgt við spælinum hjá Stjørnuni hesi árini hevur sæð, at nógv er gjørt fyri at læra leikararnar um hondbóltsspælið og tí hevur Stjørnan mangan spælt tætt upp ímóti teim bestu liðunum í SMS deildini hóast úrslitið ikki hevur koppa okkara veg.
Per Klarup
Tá hetta kappingarárið er av, hevur Per Klarup verið venjari hjá Stjørnuni í fýra ár. Hann hevur alla hesa tíðina havt familju sína í Danmark, men hevur sjálvur búð í Klaksvík í kappingarárunum. Nú er tíðin komin hjá honum at fara víðari, tí leita vit júst nú eftir nýggjum venjara.
Súsanna Lydersen, formaður í Stjørnuni sigur víðari, at tosað hevur verið um, um Stjørnan skuldi keypa sær fremmandan útileikara at styrkja SMS deildina. Hvussu verður við tí liggur framvegis í óvissuni. Hinvegin hava vit hesi fýra seinastu árini mett, at tað hevur verið meira umráðandi hjá okkum, at brúka orkuna upp á teir lokalu leikararnar. At menna teir kropsliga og ikki minst við frálæru um hondbóltsspælið, hevur verið hornasteinurin í upp byggingini av einum góðum og sunnum felagsskapi.
Foreldrini ein viðspælari
Sum sagt, so eru foreldrini ein sera umráðandi viðspælari hjá felagnum. Vit sita seks fólk í nevndini. Hetta eru fólk, sum brúka av síni frítíð, at skapa møguleikar fyri ungar kvinnur og gentur at spæla hondbólt eisini á hægri støði.
Afturat okkum, hava vit foreldur, sum stuðlað og taka hond í. Felagið er samansett av nógvum liðum, og til tað krevst leiðarar og venjarar, samskipari, fólk at selja kaffi, baka, taka sær av ymsum smáuppgávum, so sum at krevja pengar inn, vaktir til dystir, skaffa dómarar og líknandi.
Vit hava fingið sera góðan stuðul frá foreldrum. Eisini hava vit havt ótrúliga góðar og trúgvar sponsorar. Uttan peningin frá sponsorum hevði lítið borið til.
Leita eftir venjara
Samanumtikið kann eg siga, at framtíðin sær spennandi út fyri kvinnuhondbóltinum í Klaksvík. Eitt drúgvt og mennandi frálæruarbeiði er gjørt og verður framhaldandi gjørt í yngru deildunum. SMS deildin er byrjað at gera seg galdandi í deildini og vit leita eftir einum nýggjum venjara, ið kann leiða felagið longur fram á leiðini, ið felagið hevur gingið hesi seinastu fýra árini.
Eg síggi fyri mær, sigur Súsanna Lydersen at enda, at tilgongdin av feløgum til kvinnuhondbóltin fer at vaksa komandi árini. Vit hoyra mennandi søgur frá feløgum kring um í landinum, tí er tað eisini umráðandi, at vit her eru við og framhaldandi menna Stjørnuna til at taka við avbjóðingini ikki minst í bestu deildini.
Bjartar vónir
Tað eru fýra ár síðani at Stjørnan var í einum aldudali, tí hevur tilgongdin til besta liðið enn ikki verið so stór. Men arbeiðið, sum er gjørt hesi fýra árini í yngru deildunum, fara at síggjast aftur í komandi árum.
Alt í alt kann eg siga, at eg eri limur av nevndini í einum ítróttarfelag, ið er sera virki og hevur bjartar vónir um framtíðina.














