Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Forkunnugur all inclusive-saltfiskatúrur í heyst

Jóhann Lützen

Sólorka og Norðlýsið samstarva um ein vikutúr við heitinum Fiskafagnaður til Spania seinni í ár. Talan er um ein samlaðan pakka, har luttakararnir fáa mentanarsøgu og (fiski-)vinnusøgu í einum. Ann Mari Joensen er samskipari av túrinum, og greiðir soleiðis frá um, hvussu túrurin er komin í lag, og hvat verður á skránni:

 

(grein úr blaðnum)

 

 ̶  “Í 2023 varð heitt á meg at samskipa túrin, og konseptið er í stuttum, at túrurin byggir á søguliga fiskivinnu og fiskaútflutning úr Føroyum til Spania. Sólorka, ið sum kunnugt er staðsett í Albir í Spania, hevur havt áhuga í at gera meira burturúr hesum sambandinum.

Á túrinum verða frásagnir um til dømis Flemish Cap í gomlum døgum, ið eldri skipari greiðir frá, og ætlanin er at fáa seljarar í Spania at greiða frá, hvat hendir aftaná at fiskurin er komin til landið, og farið verður á matstovu, har borðreitt verður við fiski við tí av føroyingum væl kenda heitinum, men kanska ikki eins ofta smakkaða, bacalao.”

Sólorka, sum er samstarvsfelagin hjá Norðlýsinum á túrinum, varð stovnað í 2015 og byrjaði at veita tænastur sínar í 2016. Millum annað roynir Sólorka at fáa føroyingar at njóta lívið í perluni Albir. Íbúðirnar liggja umleið 15 minuttir til gongu til strondina, ið er ein tann besta í landinum, eins og fleiri svimjihyljar eru nærhendis íbúðunum, greiðir Ann Mari frá.  

Túrurin Fiskafagnaður varar í sjey dagar og er frá 15. til 22. oktober, sum vil siga í heystfrítíðini hjá skúlunum umframt 2 dagar inn í vikuna eftir. Tað verður tí ikki so øgiliga heitt eftir sponskum mátistokki, umleið 25 hitastig, greiðir Ann Mari frá. Um næturnar er ikki ov heitt at sova, og skuldi tað kortini hent seg, hava allar íbúðirnar aircondition.

Flogið verður við Atlantsflogi, og túrurin er skipaður við all inclusive, har alt verður orðnað fyri tey ferðandi líka frá tí tey møta upp á flogvøllinum í Vágum og til komið verður aftur í Vàgar. Fiskafagnaðurin kostar 12.925,- fyri hvønn, um tvey gista saman, og tá er alt íroknað, t.v.s. gisting, máltíðir (heilpensión), drykkivørur, fyrilestrar, útferðir, tónleikur og undirhald.

Kendi Hallur Joensen fer at undirhalda øll kvøldini á túrinum, og møguleiki er fyri tilkeypum av útferðum. Sólorka hevur eitt breitt úrval av útferðarmøguleikum at velja í, sum til ber at keypa sær umframt sjálvan Fiskafagnaðin. Og øvugt, um tað er onkur, sum heldur tað vera dekan ov nógv á skránni, so er tað heldur ongin trupulleiki at taka sær av løttum uttan at luttaka í øllum.

 ̶  “Ert tú ikki ein av teimum mest sosialu, so er ongin treyt at vera við til allar máltíðir og líknandi. Íbúðirnar eru væl útgjørdar, og til ber at kokkerera egnar máltíðir í íbúðini sjálvari eftir ynski, eins og at sita á egnari altan uttanfyri íbúðina ella finna sær ein friðarligan krók”, greiðir Ann Mari frá.

Til ber at ringja til samskiparan, Ann Mari Joensen, á tlf. 224434, ella við at skriva til info@nordlysid.fo, fyri at frætta meira um Fiskafagnaðin. 

Les meira um túrin her.